Kommunalt

Hesin bólkur er ætlaður at vísa alt kommunalt virksemi.

Vinna

Alt sum hevur vinnuligan áhuga er ætlað at hýsa í hesum bólki.

Ítróttur

Nógvu ítróttargreinarnar hava henda felagsbólk.

Mentan

Víða hugtakið mentan verður hýst í hesum yvirbólki,

Tónleikur

Alt innan tónleik.

Heim » Kappróður

Spennandi tiltak í heystfrítíðini

Lagt út av tann 30/09/2010 – 15:22

HEYSTRØRINGURÍ
sambandi við at ÍSF skipar fyri rørsluviku í viku 41, hevur nevndin í kappróðrarfelagnum ” ÍF KAPPRÓÐUR” latið hurðarnar upp fyri almenninginum: børnum, ungdómi, foreldrum, ommum og abbum til at royna venjingaramboð felagsins niðanfyri nevndu dagar:

Mikudagin 13. oktober frá kl. 18 til 22.

Leygardagin 16. oktober frá kl. 10 til 18.

Fólk
frá felagnum verður á staðnum at vegleiða, hvussu amboðini skula
brúkast.Um veðrið verður til vildar, verður ein av bátum felagsins
flotaður leygardagin 16. oktober, so at børn saman við foreldrum kunna
sleppa ein túr út at rógva.Vit hava bjargingarvestar, um onkur ikki
eigur ein slíkan.

Við ítróttarkvøðu
ÍF KAPPRÓÐUR