Online casino i Danmark – en guide til trygge valg

Når du leder efter et godt online casino, er der flere ting, der er værd at overveje. En attraktiv casino bonus kan give ekstra spiloplevelse fra starten, mens et casino med hurtig udbetaling sikrer, at gevinsterne ikke skal vente længe. Mange spillere foretrækker også et casino med lav indbetaling, så man kan komme i gang uden at binde store beløb. Samtidig er det for nogle vigtigt at finde et casino uden mitid eller et casino uden rofus, hvis man ønsker mere fleksible rammer.

For at få mest muligt ud af spiloplevelsen kan gratis spins være en god måde at teste nye spil på, og et live casino danmark giver mulighed for at spille mod rigtige dealere i realtid. Der kommer løbende nye casinoer til markedet, og hvis du især går efter klassiske spil, kan du finde spillemaskiner online hos mange udbydere. Ønsker du at indbetale med kort, kan et visa casino være en praktisk og velkendt løsning.

Heystfjøllini

Í hesum døgum verða heystfjøllini gingin kring landið.  Oktobur  mánaður fer skjótt at vera hálvrunnin. Eitt sindur kaldari skuldi nú  verið, men ikki er gott um ov kalt verður ov leingi. Kjøtið skal eisini  hava tíð at ræstnað.Vit vóru á rættini við myndatólið táið komið  varð í rætt í Fjallshaga, fjallveðrið varð av tí allar besta, og sagt varð, at gott hevði gingist við rakstrinum.Á rættargarinum verður her tosað um seyðin, og hvør leitar eftir sínum.

Ærnar fáa heilivág, fyri orm,  og verða síðani sleptar úr rættini.Sleppingarlombini fáa eisini henda heilivág, og verða sproytað fyri garnasótt og lambablóðsótt .Nógv verður gjørt fyri at seyðurin er frískur og raskur, nú veturin stundar til.

Fjallgonga í dýrdarveðrið ger at arbeiðið fellur lættari, og seyðurin verður eisini nosligari at handfara.

Sleppingarlomb og brundir verða havd í einum rúmi fyri seg, væl og virðiliga verða tey merkt við skrýggjandi reyðum liti.Her  stendur so komandi ættarliðið í Fjallshaga. Brundurin sær út sum um  hann stendur í djúpum tonkum. Hann sær eisini út til at verða stórur og  prúur, men tað er gott, tí ein stór ábyrgd liggur á hansara herðum í  tíðini sum liggur fyri framman.

Hóast menn eru komnir væl upp í aldur, so er tað bæði spennandi og gott at verða við, um kreftirnar eru til tað.
At veðrið eisini er tilvildar ger heystfjøllini til naka serligt.Óivað koma gomul minnir eisini fram og krydda løtuna.Her er Sámal, raskur sum ein unglingi, í ferð við at binda skurðin niður, fyri síðani at koyra til hús at fletta.

Sum vituligt er so er Fjallshagi húshagin í Fuglafirði, har ganga 183 áseyðir.  Hvussu  nógvan seyð ein hevur í Fjallshaga, er eftir hvussu nógvar gyllin man eigur í hinum høgunum. Gjógvarahagi er ikki við í hesum býti.1 áseyður fyri hvørjar 2 gyllin.Í Góðaadali høvdu teir verið dagin fyri, teir høvdu leiga 2 hundar at reka við, og lótu væl at.  Hundarnir sum Páll Poulsen átti, gjørdu eitt gott arbeiði. Sagt varð at teir avloystu fleiri menn.

 

[12.10.2006 – Jóhan Heri Joensen]